Leita á in.fo

Tilsamans fýra hvalir løgdu beinini á Sandi í kvøld, tríggir í fyrru royndini og ein hvalur í hesi seinnu royndini.

Vilmund Jacobsen 14.06.2018 (23:51)

Sandoyingar lótu hvalirnar fara

Fyri góðari løtu síðan gjørdu sandoyingar enn eina roynd at halda grindini til, sum hevur ligið á Sandsvág síðan tíðliga í kvøld. Áðrenn hesa seinastu royndina, hevði grindin ligið úti á vánni miðskeiðis millum sandin og grótkastið.

 

Eftir at fyrsta royndin fyrr í kvøld miseydnaðist, fóru allir bátarnir til lands uttan hin eini, sum einsamallur lá hjá grindini í ein ella hálvan annan tíma. Tá sandoyingar so vildu gera eina roynd aftrat fyri løtu síðan, komu seks aðrir bátar út at hjálpa til at reka.

 

Hesaferð eydnaðist at fáa meginpartin av grindini heilt inn móti brotnum, og einir tveir hvalir komu so mikið langt inn ímóti, at menn gjørd eina roynd at fara út í sjógvin. Men, her breyt illa, og at síggja til stóðu hesir menninir meira enn upp undir akslar í sjógvi.

 

Tað eydnaðist at fáa fatur í tí eina hvalinum, meðan hin slapp sær út frá aftur. Sama var við grindini annars, sum hesa løtu tók seg so mikið út frá sandinum aftur, at hugsingur var ikki um at fáa fatur á nøkrum hvali aftrat.  

 

Grindaformaðurin tók nú tað avgerð, at meira skuldi ikki gerast í kvøld, og eingin bátur liggur nú hjá grindini, sum eisini hevur tikið seg út frá aftur. Hóast grindin næstan var í pottinum tað mesta av kvøldinum, vóru grindaformaður og fólk annars samd um, at nú skuldi grindin sleppast.

 

Samanumtikið løgdu fýra hvalir beinini á Sandi í kvøld, tríggir í fyrru royndini, tá teir mest at kalla skolaðu upp á land í aldubrotunum og ein hvalur í hesi seinnu royndini, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.

 

 

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her