Leita á in.fo

Uppgávan var at hava ein framførslu við støði í tí kanningararbeiði, ið var gjørt. Mynd: Páll á Reynatúgvu

Sólvit Nolsø 20.04.2017 (11:42)

Sands skúli vann tvørfakliga kapping

4 og 5 flokkar í Sands skúli vunnu í gjár ein kapping millum fólkaskúlar, ið hevði til endamáls at samantvinna lærugreinirnar føroyskt, støddfrøði, náttúru og tøkni, myndlist og tónleik. Kappingin var ein sonevnd Biophilia kapping.

 

6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt bleiv nummar tvey og 6. og 7. flokkar í frískúlanum á Velbastað blivu nummar trý.

 

1. virðisløn var 50.000 krónur. 2. virðisløn var 30.000 krónur og 3. virðisløn var 20.000 krónur.

 

Lærarar skuldu gera ein undirvísingartilgongd, ið tók støði í hesum lærugreinum, ið skuldu verða eitt grundarlag undir eini framførðslu, sum næmingar skuldu arbeiða við og til endans framføra.

 

Slag av framførslu var frítt, men eitt krav var, at næmingurin skuldi finna eitt evni, sum riggar til framførslu og kundi hava ein virknan leiklut í framførsluni.

 

Lilian Clementsen, lærari í Sands skúla, sigur, at evnið í teirra uppgávu var føroyska grótið. Tey høvdu roynt at lýsa so breitt sum gjørligt hvat grót í náttúruni er, út frá teim lærugreinum, ið uppgávan skuldi taka støði í.

 

Arbeiðið sjálvt var gjørt í nærumhvørinum á Sandi við støði í jarðfrøðini á staðnum.

 

- Kravt var, at peningurin skuldi fella til flokkin og vit hava nú ætlanir um at taka uppgávuna víðari. Vit fara væntandi til Suðuroy at gera líknandi kanningar, sum vit hava gjørt á Sandi, sigur Lilian Clementsen.

 

              


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her