fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16m/s

Leita á in.fo

Hetta er myndin, ið verður deild á Facebook

Hallur av Rana 16.08.2017 (15:04)

SAS ávarar móti falskari kapping

Danska flogfelagið SAS ávarar í dag móti eini kapping, ið hevur verið deild á Facebook og øðrum sosialum miðlum seinastu dagarnar. Eisini í Føroyum eru tey fleiri, ið hava deilt kappingina við sín vinarskara.


Í kappingini verða fólk biðin um at fara inn á eina leinkju at svara eini kanning, og fáa tey síðan møguleikan at vinna tveir ferðaseðlar við SAS, um tey eisini deila kappingina á Facebook.


- Hetta eru falskir upplýsingar, ið verða bornir fram av einum følskum SAS brúkara á Facebook, har brúkarar verða eggjaðir til at luttaka í eini kanning og deila hana fyri at vinna tveir ferðaseðlar. SAS hevur einki at gera við kappingina og biða tykkum um vinarliga ikki at deila og luttaka. Takk fyri, skrivar SAS í eini fráboðan í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her