SAS bjóðar eisini WiFi á føroyarutuni

– WiFi verður eisini á flogførunum á føroyarutuni.

 

Tað sigur Mariam Skovfoged, sum er samskiftisstjóri hjá SAS, við in.fo.

 

– Wifi verður á okkara stutt og miðal longum rutum, og fer tí eisini at fevna um føroyarutuna, sigur Miriam Skovfoged.

 

– Í løtuni hava 28 av okkara flogførum hesa tænastuna, og skipanin verður sett í tvey flogfør um dagin framyvir. Vit rokna við, at flestu flogførini hjá okkum hava wifi í 2020, sigur Mariam Skovfoged við in.fo.