SAS bjóðar nú wifi í flogførunum

Ferðafólk hjá SAS kunnu í næstum kenna seg sum heima umborð á øllum flogførum, sum flúgva á miðallongum og longum flogferðum í Evropa

Ferðafólk hjá SAS kunnu í næstum kenna seg sum heima umborð á øllum flogførum, sum flúgva á miðallongum og longum flogferðum í Evropa.

 

Í summar verður skipanin sett í 43 av flogførunum hjá SAS, sum flúgva miðallangar túrar. Gjald verður tikið fyri tænastuna frá teimum við bíligastu flogferðaseðlunum, og prísurin verður 49 krónur.

 

Ætlanirnar um at fáa skjótt breiðband í flogførini hjá SAS hevur leingi verið ávegis. Tað er amerikanska felagið, Viasat Inc., sum bjóðar út tænastuna við eini WiFi skipan við eini ferð upp á 12 Mbit/s á øllum eindum, sum millum annað fer at gera tað møguligt at síggja filmar á Netflix umborð á flogførunum.

 

28 SAS-flogfør hava longu skipanina, og í hesum mánaðinum verður skipanin sett í tvey flogfør um dagin.

 

Í september mánaði verður skipanin tøk á 43 av flogførunum hjá SAS á miðallongum flogferum. Skipanin verður sett í Airbus- og Boeing-flogførini.

 

Enn verður skipanin bara á flogførum, sum flúgva í Evropa.