Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 11.10.2016 (07:25)

SAS fer at flúgva til Føroya

Monopolið hjá Atlantsflogi á flúgvingini millum Føroyar og Danmark verður í mars mánaði brotið. Norðurlendska flogfelagið SAS fer undir flúgving millum Vágar og Keypmannahavn.

Hetta skrivar check-in.dk í morgun.

SAS hevur tíðindafund í Havn í dag, og tá verða ætlaninar um nýggju farleiðina lagdar alment fram.

- Vit trúgva uppá, at hetta er ein marknaður, og nógv av okkara viðskiftafólkum hava spurt eftir einari farleið til Føroya. SAS er ein skandinaviskt felag, sum satsar upp á norðurlendska marknaðin og innanríkismarknaðin, og hendan farleiðin fer at binda Føroyar og Danmark tættari saman, sigur Lars Sandahl Sørensen, sum konsernstjóri í SAS, við check-in.dk.

SAS fer at flúgva einaferð um dagin allar dagar í vikuni millum Føroyar og Danmark. Airbus A319 flogfar til 141 fólk og Airbus A320 til 168 fólk verða brúkt í flúgvingini. 

Fyrsta flogferðin hjá SAS millum Føroyar og Danmark verður 27. mars 2017.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her