fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Mynd: Checkin.dk

Sólvit Nolsø 20.03.2017 (21:03)

SAS fingið risa bót

ES kommissiónin hevur tikið avgerð um at halda fast um bótina, sum SAS fekk í 2010 á 525 milliónir krónur.

 

Tað skrivar checkin.dk.

 

Saman við fleiri øðrum flutningsfeløgum fekk SAS Cargo eina stóra bót í 2010, fyri at verða partur av kartell-virksemi, har feløg høvdu gjørt eina avtalu um avgjøld á trygd og brennievnir.

 

SAS Cargo kærdi dómin í 2010 og fekk í 2015 at vita, at dómurin møguliga bleiv broyttur.

 

Nú hevur ES kommissiónin tók avgjørt, at halda fast í dómin og tískil skal SAS rinda eina bót á 525 milliónir krónur.

 

Kanska óneyðugt at siga, at men bótin fer at hava stóra ávirkan á úrslitið í ár hjá SAS, tí upphæddin á bótini er áljóðandi eini sjey prosent av skrásetta virðinum á SAS.