SAS flogfar trygdarlendi í Arlanda

Staðfestu royk í stýrhúsinum

Eitt SAS flogfar fekk serliga móttøku í Arlanda-flogvøllinum í morgun, tí roykur var í stýrhúsinum.

 

Talan var um eitt Boeing 737 flogfar, sum var á veg frá Malmø til Stockholm, sum lendi á Arlanda flogvøllinum uttan fyri svenska høvuðsstaðin undir serligum trygdarviðurskiftum.

 

Tað var tí, at á flogferðini kom roykur til sjóndar í stýrhúsinum, og flogskipararnir boðaðu frá.

 

Roykurin forðaði tó ikki, at flogfarið klokkan 8:45 kundi seta seg uttan trupulleikar.

 

– Vit hava eskorterað flogfarið til gate'ina, har ferðafólkini vórðu sett av. Eingin fekk skaða, sigur Göran Norman, sum er vaktarleiðari hjá bjargingartænastuni, við blaðið Expressen.

 

Flogfarið lendi á eini serligari geil á flogvøllinum, og bjargingar- og sløkkiliðstænastan fylgdi flogarinum neyvt.

 

Anders Porrelius, sum er miðlastjóri hjá flogferðslumyndugleikanum, Swedavia, sigur við Expressen, at tað vóru 145 ferðafólk við flogfarinum, og øll komu úr flogfarinum í øllum góðum.

 

/ritzau/