SAS hevur risahall

Flogfelagið SAS hevur risahall í fyrra hálvári og hvessir nú spariknívin

SAS hevði 667 milliónir krónur í halli fyrra hálvár. Tað er greitt, eftir at roknskapurin fyri annan ársfjórðing vísti 244 milliónir krónur í halli.


Bæði leiðslan í SAS og greinarar høvdu roknað við halli, og SAS heldur fast um, at flogfelagið fer at hava avlop, tá ið ársroknskapurin skal gerast um hálvt ár.

SAS fegnast um, at umsetningurin í fyrra hálvári vaks við 1,2 milliardum krónum upp í 14,3 milliardir krónur.

- Góðu tíðindini eru, at vit høvdu fleiri ferðafólk annan ársfjórðing í ár samanborið við somu tíð í fjør, sigur Rickard Gustafson, stjóri SAS, sambært Finans.dk

Avbjóðingin hjá SAS at fáa avlop skal loysast við at minka um útreiðslurnar hjá felagnum. SAS fer tí at leggja enn meiri fyri í royndini at spara pengar, og ætlanin er, at SAS fram til 2020 skal spara 2,25 milliardir krónur í rakstrinum.

Ein liður í hesum sparingum er leggja støðir uttan fyri norðurlond, so at útreiðslurnar til starvsfólk kunnu minkast.  

Í mars mánaði tók SAS upp kappingina við Atlantsflog, tá ið SAS fór undir flúgving millum Føroyar og Danmark.