Leita á in.fo

Mynd av ruski, sum Finn hevur savna á einum túri

Annika Kunoy Im 12.09.2017 (23:01)

Savnar rusk á gongutúrinum: Fólk eru líkasæl

Seinastu tíðina hevur Finn á Hædd Stampe gingið túrar í Klaksvík við tí endamáli at savna saman rusk og annað, sum hann finnur á vegnum. 

 

 

Les eisini: Trøllapætur heintar fløskur: Peningurin er til børn í Liberia

 


- Hetta er vorðið ein vani nú. Um eg fari heimanífrá og uppdagi, at eg havi gloymt posan at koyra ruskið í eftir heima, so vendi eg við aftur. Tað er, sum at gloyma telefonina eftir, og eg vendi við og fari eftir posanum, flennir hann.

 

 

- Eg gangi dagliga niðan á Háls ella út í Grøv í Klaksvík og savni rusk, sum eg finni á vegnum. Eg geri tað, tí tað er gott og sunt at ganga og fáa fríska luft, og so dámar mær eisini, at tað er reint og ruddiligt rundan um meg, sigur hann. 

 

 

Finn hevur lutað myndir av ruskinum á Facebook, og síðani hava fleiri spurt hann, um tey kunnu sleppa við at heinta rusk, tá hann fer onkran túrin.

 

 

- Eg kundi hugsað mær, at tað verður ein trendur, og at fólk av sínum eintingum fara at heinta rusk, har tey eru, sigur hann. 

 

 

Hann greiðir frá, at tað er ómetaliga nógv rusk alla staðni í náttúruni, og tað tykist sum leggja fólk onki í, hvar tey tveita frá sær.

 

 

- Eg øsi meg, tá fólk bara tveita, sigur hann og greiðir frá, at tá hann herfyri gekk niðan á Háls sá hann fýra pitsabakkar omaná hvørjum øðrum við einum steini omaná.

 

 

- Tað eru fleiri ruskíløt har uppi, sum kundu verði nýtt. Eisini havi eg sæð posar við hundalorti liggja viðsíðuna av ruskíløtunum í náttúruni, sigur hann argur.

 

 

- Kanska er tað líkasæla ella sjálvsdyrkan, at fólk heldur leggja dent á at varpa út, hvussu langt tey hava runnið ella gingið, men ikki hyggja niður og taka tað upp, sum liggur í náttúruni, sigur Finn Stampe, sum vil eggja fólki til at hava ein posa í lummanum og taka rusk upp, tá tey ganga framvið