fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 23.09.2016 (12:11)

Sea Shepherd dømt at gjalda risabót

Føroya rættur hevur í dag felt dóm í rættarmálinum hjá ákæruvaldið móti Stichting Sea Shepherd Global, har felagsskapurin var ákærdur fyri brot á grindalógina og revsilógina í samband við grindadrápið í Sandavági 12. august 2016, tá bátar hjá felagsskapinum órógvaðu grindadrápið.


Rætturin hevur funnið felagsskapin sekan í ákærunum, og hevur dømt felagsskapin tjúgu dagbøtur á 10.000 krónur hvør, umframt at hald verður lagt á bátin Echo og tveir motarar, hvørs virði er mett at vera 234.000 krónur. Harumframt skal felagsskapurin rinda sakarmálskostnaðin.


Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, segði við in.fo fyrr í vikuni, at hon hevði biðið um, at Sea Shepherd
felagsskapirnir fekk 250.000 krónur í bót, umframt at báturin Echo og motornarnir vórðu ognartiknir.


Verjin hjá Sea Shepherd royndi at fáa dómarin at avvísa málið, tí mett var ikki, at ákæruvaldið hevði borið seg rætt at, tá málið varð broytt frá einum statsadvokatmálið til eitt politimál, men hesum var dómarin ikki samdur í.


Dómurin er endaligur, tí tá einki umboð hjá Sea Shepherd møtti til fundin, er tað ikki møguligt hjá teimum at kæra dómin. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her