Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 30.05.2017 (09:05)

Sea Shepherd: Hetta er ikki okkara verk

Í nátt varð Lítla Havfrúgvin í Keypmannahavn smurd inn í reyða máling við einum boðum til danskarar um at verja grindahvalirnar í Føroyum.

Løgreglan kannar málið, men tey vita ikki enn, hvør hevur framt herverkið.

Deildin hjá Sea Shepherd í Danmark boðar í morgun frá, at tey hava einki við tilburðin at gera.

- Í morgun er Lítla Havfrúgvin blivin málað reyð sum mótmæli ímóti grindadrápinum í Føroyum – vit vilja undirstrika, at Sea Shepherd hevur einki við hetta mótmæli at gera, skrivar Sea Shepherd.

Sea Shepherd hevur síðani áttati árini verið ídnasti mótstøðufelagsskapur ímóti grindadrápinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her