Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 26.06.2017 (16:48)

Seðlarnir koma út klokkan seks í kvøld

Tað er nú greitt, at seðlarnir í Hvalvíksgrindini í morgun, koma út klokkan seks í kvøld, og tað verður á bryggjuni í Hvalvík

 

Karl Johansen, sýslumaður, sigur at tilsamans vórðu 157 grindahvalir og 53 springarar merktir. Tilsamans var grindin 1281 skinn.  

 

Grindin verður býtt í drápspartarnar, sum vóru 417 í tali og í heimapartar til tey, sum búgva í Sunda Kommunu og á Eiði, og tilsamans eru 2500 drápspartar. Drápspartarnir eru eitt skinn av grind og ein biti av springaratvøsti í part og hvør heimapartur er 0,25 skinn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her