Seinasta nýggjársheilsan sum borgarstjóri

– Politiskt frøast vit um enn einaferð at enda eitt ár í pluss. Vit fara inn í eitt nýtt ár við fólkavøkstri, inntøkuvøkstri og vaksandi trivnaði á øllum økjum í kommununi.

 

– Tað er ein gleði at síggja eina kommunu í menning, sum ongantíð síðan stovnan hevur verið fíggjarliga so væl fyri. Eina kommunu, sum eigur meira pening á bók, enn hon hevur í lániskuld. Ein vælferð, sum eigur at koma øllum borgarum okkara til góðar, og serliga teimum, sum tørva mest.

 

– Eg hevði ynskt, at vit kundu hildið fram í tí góða samstarvi, sum verið hevur. Men eg eri fegin um at kunna lata frá mær eina kommunu, sum er betur fyri, enn tá vit tóku við.

 

– Vit fara inn í eitt nýtt ár í eini høvuðsstaðarkommunu í vøkstri, sum trivnaðarliga ongantíð áður hevur verið so væl fyri. Tað er mín vón, at tey, sum taka yvir, eisini hava tryggan framburð og trivnað fyri øll sum aðalmál, og ikki taka búskaparlig óráð fyri.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra røðu borgarstjórans.