Leita á in.fo

Fimm fakfeløg 05.12.2018 (14:08)

Seinasti skansin í vanda fyri at fella

Tað sum politiski myndugleikin í veruleikanum ynskir, er, at verkføll skulu vera fevnd av so nógvum undantøkum, at fakfeløgini missa vald, tí verkføllini ikki fara at raka nóg meint. Við ørðum oðrum vil politiska skipanin úthola verkfalsrættin við undantøkum.

 

Samstundis leggur politiski myndugleikin alla ábyrgd fyri lív og heilsu hjá føroysku borgarunum á arbeiðstakararnar. Tveir partar eru á almenna arbeiðsmarknaðinum – arbeiðsgevari og arbeiðstakarar. Av teimum hevur bara ein ábyrgd av lív og heilsu hjá føroyska borgarunum, og tað er sjálvandi politiski myndugleikin á økinum.

 

 

Friðarligur arbeiðsmarknaður

Almenni føroyski arbeiðsmarknaðurin er eyðkendur við, at friður oftast valdar millum partarnar. Vit skulu fleiri áratíggju aftur fyri at finna stórar ósemjur og stríð. Tað hevur í stóran mun eydnast pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at tosa seg til sættis og finna eina semju.

 

Samráðingarpartarnir hava eisini fingið fleiri møguleikar at troyta, áðrenn farið verður eftir teimum mest víðgongdu stríðsvápnunum, nevniliga verkfalli og verkbanni. Fasti Gerðarrættur kom í 2006 og Semingsstovnurin í 2013. Fasti Gerðarrættur tekur td. støðu til, hvørt eitt fráboðað verkfall er heimilað ella ikki. Semingsstovnurin verður boðsendur, tá partarnir ikki kunnu finna eina semju sínamillum og hevur eisini heimild at útseta ein arbeiðssteðg í vónini um at finna semju.

 

Men hóast hesar møguleikar, so hava vit seinasta árið havt fleiri verkføll – og eisini eitt verkbann, sum er tá arbeiðsgevarin útihýsir arbeiðstakarum frá arbeiðsplássinum. Eitt sokallað lockout. Tað hendi, tá Kommunala Arbeiðsgevarafelagið forðaði limum hjá Føroya Pedagogfelag at fara til arbeiðis síðsta vetur.

 

Báðir partar, arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, hava sostatt amboð, sum tey kunnu nýta, um samráðingar ikki ganga eftir vild – og báðir partar nýta hesi amboð.

 

 

Landskassin tikin í veð

Hóast partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava møguleika at seta í verk antin verkbann ella verkfall, so er stórur munur á, hvør fíggjarligi vinnarin er. Tað er altíð arbeiðsgevarin – í okkara føri landskassin og kommunalu kassarnir. Tí arbeiðsgevarin rindar ikki løn – hvørki meðan verkbann ella verkfall er. Fleiri fakfeløg hava verkfalskassar, sum rinda løn til limirnar, tá tey eru í verkfalli, men tað er himmalvíður munur á, hvør partur á arbeiðsmarknaðinum hevur størsta pengakassan aftanfyri seg.

 

Tað er tí ein sera stórur ójavni millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Meðan verkfalskassarnir hjá fakfeløgunum svinna undir einum verkfalli og limir enntá í summum førum mugu rinda verkfalskostnaðin úr egnum lumma, so kostar tað ikki almenna arbeiðsgevaranum eina krónu – hvørki, tá fakfeløg fara í verkfall ella tá arbeiðsgevarin lýsir verkbann. Tvørturímóti sparir arbeiðsgevarin lønarútreiðslur meðan arbeiðssteðgur er – eisini tá arbeiðsgevarin sjálvur forðar arbeiðstakaranum at fara til arbeiðis.

 

Tað skeiklar valdsbýtið millum partarnar, men tað merkir eisini, at allir skattgjaldarar óbeinleiðis bakka arbeiðsgevaran fíggjarliga upp. Eisini teir skattgjaldarar, sum antin eru í verkfalli ella eru verkbannaðir.

 

Almenni arbeiðsgevarin kann uttan at taka nøkur fíggjarlig atlit lýsa verkbann. Í norðurlondum eru tað bert almennu arbeiðsgevararnir í Danmark, sum nýta hendan rættin, tí hann er so víðgongdur.

 

Politiski myndugleikin í Danmark er eisini tilvitaður um hesa valdsskeiklanina. Í sambandi við verkbannið hjá fólkaskúlalærarum fyri nøkrum árum síðani, avgjørdu nógvar danskar kommunur eftirfylgjandi, at spardu lønarútreiðslurnar undir verkbanninum skuldu leggjast til síðis og brúkast til skeið- og eftirútbúgving hjá teimum verkbansraktu fyri at royna at skapa eitt sindur av javnvág.

 

 

Politisk telving

Ein trupulleiki við samráðingarleistinum í Føroyum er, at samráðingarnar verða brúktar og misbrúktar politiskt. Tað vil siga, at almenni lønmótakarin verður offur fyri einari politiskari fíggjarligari telving uttan mun til, hvør stjórnar landinum.

 

Lønarsamráðingarnar skulu fyri arbeiðsgevarans part liva upp til ta politisku telving, sum er um landsbúskapin sum heild. Tað merkir, at politisk atlit eru grundarlagið undir lønarsamráðingunum frá arbeiðsgevarans síðu.

 

Í Svøríki hevur man loyst hendan trupulleikan við at leggja lønarsamráðingarnar uttan fyri politisku skipanina. Man hevur skapað eitt armslongdarprinsipp, tá tað kemur til løntakarar og løngjaldarar í almenna geiranum – netupp fyri at forða fyri, at løntakarar á almenna arbeiðsmarknaðinum verða tiknir til gíðsla í politiskum telvingum hjá sitandi stjórn.

 

 

Skipan setast í verk

Hvørja ferð ein ósemja á almenna arbeiðsmarknaðinum stingur seg upp, so er almenni arbeiðsgevarin, sum eisini er politiskur myndugleiki, skjótur at skjóta upp, at nú má onkur skipan fáast í lag.

 

Hetta skuldi eitast at hava hægstu raðfesting aftaná verkføllini hjá námsfrøðingunum og sjúkrarøktarfrøðingunum fyri einum ári síðani, men ongin skipan var funnin, nú ljósmøðurnar fóru í verkfall fyri nøkrum fáum vikum síðani.

 

Tá rópti politiski myndugleikin, almenni arbeiðsgevarin, aftur varskó. Enn er arbeiðið við einari nýggjari skipan, einum nýggjum samráðingarleisti, ikki veruliga farið í gongd.

 

 

Skerdan verkfalsrætt

Tað, sum politiska skipanin ynskir, er at skeikla valdsbýtið millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum uppaftur meira enn tað er frammanundan. Tí umframt, at almenni arbeiðsgevarin hevur landskassan ella kommunukassan í rygginum undir samráðingum, skal evsta amboðið hjá arbeiðstakarunum eisini útholast. Verkfalsrætturin.

 

Verkfall er dýrasta stríðsstig hjá arbeiðstakaranum at brúka í royndini at fáa semju. Verkfall er tí eisini altíð seinasti møguleiki at troyta hjá arbeiðstakarunum.

 

Verkfalsrætturin hevur meira enn 100 ár á bakið – og hevur saman við verkbansrættinum frá arbeiðsgevarans síðu skapað tað javnvágina á arbeiðsmarknaðinum, sum vit hava í dag. Verkfalsrætturin er eitt rótfest fólkaræðisligt amboð í okkara parti av heiminum.

 

Tað tykist sum, at politiska skipanin hevur gloymt, hví arbeiðstakarar hava hendan rættin og vilja útholað hann. Útholað verkfalsrættin við undantøkum, so komandi verkføll ongan veruligan virknað hava. Avleiðingin av hesum verður, at fríi samráðingarrætturin verður skerdur, og linaru verkføllini gerast nógvar ferðir drúgvari enn talan er um í dag, tí tey hava so avmarkaðan virknað – og tað skapar í síðsta enda stóran ótta og ampa hjá borgarunum í landinum.

 


Gíðslatøka

Politiska skipanin sigur, at um undantøk ikki vera givin innan ávísar sektorar, so er lív og heilsa uppá spæl hjá borgarunum. Rætt er, at eitt verkfall kann raka meint. Men tað er púra misskilt, at ábyrgdin liggur hjá arbeiðstakarunum.

 

Tað er ikki einstaka starvsfólkið á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum hevur evstu ábyrgd av lívinum og heilsuni hjá borgarunum í hesum landinum. Tað er politiski myndugleikin, sum hevur ábyrgdina. Og bara politiski myndugleikin.

 

Tað er eisini ein andsøgn í, at leggja ábyrgdina fyri lív og heilsu hjá borgarunum á arbeiðstakaran, men samstundis ikki vilja gjalda teimum eina hóskandi løn fyri hesa ábyrgd.

 

 

Hoyrnin er loysnin

Einfaldasta loysnin á samráðingartrupulleikunum, sum hava verið seinasta árið, er at lurta. Partarnir mugu hava álit á, at samráðingarnar byrja við veruligum dialogi. Almenni arbeiðsgevarin má lurta eftir ynskjunum frá arbeiðstakarunum, sum í áravís hava latið sær lynda.

 

Latið sær lynda, at lønarlagið er lægri í Føroyum enn í grannalondunum. Latið sær lynda, at arbeiðsumstøðurnar eru vánaligari enn í londunum rundan um okkum. Latið sær lynda, at arbeiðsgevarin ikki hevur víst teimum ta viðurkenning og virðing tey hava uppiborið.

 

Tí fakfeløgini hava í áravís víst á hendan ójavna. Fakfeløgini hava í áravís víst á, at tørvur er á einum lønarlyfti í pørtum av tí almenna geiranum. Fakfeløgini hava í áravís víst á væntandi viðurkenning og virðing. So onki av hesum er ókent fyri almenna arbeiðsgevaran, tá farið verður til samráðingar, um bara tað verður lurtað.

 

Men heldur enn at skapa ein sunnan dialog og uppbyggja álit partanna millum, skal seinasti skansin, verkfalsrætturin, niðurbrótast.

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Føroya Lærarafelag

Føroya Pedagogfelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Starvsmannafelagið


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her