fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 18.05.2018 (08:47)

Seinnapartin verður turt

Ein kuldabrúgv við regni fer í dag yvir Føroyum. Leygardagin fer eitt nýtt brúgvalag framvið av vestri og síðani kemur eitt rák av útsynningi við ælaveðri. Í næstu viku nærkast nýggj brúgvaløg við regni Føroyum av suðri ella vestri.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og út á dagin regn. Seinnapartin hækkar hann í ein vestan og útnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, um kvøldið makar hann í lot til gul av vestri, undir 6 m/s. Framvegis skýggjað og regn, men seinnapartin klárar hann í og tað verður yvirhøvur turt. Út á náttina frískar hann vindin av suðri í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað, men framvegis turt. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Út á náttina hækkar hann í ein vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og út á dagin fer at regna, um kvøldið og náttina heldur á at regna meginpartin av tíðini. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, stundum andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin um dagin millum 8 og 10 stig, um náttina millum 6 og 8 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Seinni møguliga gul til stívt andøvsgul av eystri og norðri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar, seinni skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni yvirhøvur turt og stundum sólglottar. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, eitt skifit møguliga andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni skýggjað og regn. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her