fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 19.05.2017 (18:05)

Seks línuskip landa í næstu viku

Væntandi koma seks línuskip inn at landa í næstu viku. Hesi skipini hava øll verið undir Føroyum, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. Línuskipini hava eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt línuskip nýliga er byrjað fiskiskap undir Íslandi og kemur tí neyvan heim at landa í næstu viku.

 

- Tvey frystilínuskip eru til fiskiskap undir Íslandi. Nøkur línuskip liggja við bryggju, men væntandi fara tey avstað í næstum.

 

Lagt verður aftrat, at streymurin fer at harðna, sum næsta vika gongur, men útlit eru til, at veðrið fer at roynast hampiligt. Tí eru útlit til, at nakað verður av útróðri í næstu viku.