Seks nýggir byggifrøðingar

Og teir hava allir fingið arbeiði í Føroyum


Í gjár fingu seks nýklaktir byggifrøðingar prógv á Glasi. Talan er um eina útbúgving á bachelorstigi, sum Glasir hevur í samstarvi við hægri lærustovn í Horsens. Hesir seks hava fyrst tikið Byggitøkni í Føroyum, men hava so verið í Horsens í eitt ár á Byggifrøði útbúgvingini, fyri síðan at koma aftur til Føroyar, her teir hava gjørt útbúgvingina lidna.

 

Glasir arbeiðir í løtuni við eini royndarverkætlan, har tað skal bera til at taka alla útbúgvingina í Føroyum, og í løtuni eru nøkur lesandi í hesi útbúgvingini og tey vera ætlandi liðug um hálvtannað ár. Í summar byrjaðu 20 lesandi á Byggitøkni, sum eisini ætla sær at halda fram at lesa til 
Byggifrøðing í Føroyum.

 

Teir seks, sum hava tikið útbúgvingina eru, aftara rað frá vinstru, Emil Jacobsen, John Tordar Poulsen, Uni Martinson Venned. Í fremra rað frá vinstru eru tað Heri Mikalsson, Pál Mohr Joensen og Heini Bech. Allir hava fingið arbeiði í Føroyum.