Seks vilja vera skúlastjóri í Nólsoyar skúla og fimm í Sumbiar skúla

Seks umsóknir eru komnar til fyrstilærarastarvið í Nólsoyar skúla og fimm til fyrstilærarastarvið í Sumbiar skúla.

1. oktober í ár verða starvsheitini broytt til skúlastjórastarv. Bæði størvini verða sett frá 1. august í ár.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum.

 

Í Nólsoyar skúla eru 13 næmingar innskrivaðir í 1.-7. flokki skúlaárið 2023-24. Ein lærari umframt skúlaleiðaran starvast í skúlanum.

 

Fyrstilærarin virkar í tøttum samstarvi við mentamáladeildina og trivnaðarfyrisitingina í Tórshavnar kommunu, umframt við aðrar deildir í kommununi. Samstarv er millum skúlaleiðararnar við denti á, at skúlaleiðararnir í felag virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi. Skúlin samstarvar við Eysturskúlan um førleikastovuna og lærugreinir í 7. flokki. Harumframt er skipað samstarv millum Nólsoyar skúla, Kaldbaks skúla og Velbastaðar skúla.

 

Í Sumbiar skúla eru 35 næmingar innskrivaðir í 1.-7. flokki skúlaárið 2023-24. Fýra lærarar umframt skúlaleiðaran starvast í skúlanum.