Leita á in.fo

- Dugni tekur teldur og støvsúgvarar sundur. Jú, betri, vit skilja, jú meira pening fáa vit fyri okkara WEEE-burturkast.

Vilmund Jacobsen 09.02.2019 (10:34)

Seldu gamalt jarn fyri átta miljónir

Kommunala Brennistøðin á Hjalla hevði fýra avskipingar av jarni í 2018, og talan var um 6.143 tons tilsamans. Bilar eru eisini partur av tí, sum verður skrásett sum jarn.

 

Hinvegin eru jarn og metal hvør sítt, tá metal eitt nú fevnir um koparrør, káplar, alu-felgur, el-motorar, aluminiumsdósir, alu-nummarspjøldur, messing og annað.

 

Greiningin millum jarn og metall merkir eisini, at talan er um fleiri ferðir so stórar nøgdir av jarn sum av metalli.

 

Í januar 2018 hevði Kommunala Brennistøðin eina avskiping av jarni á 1730 tons, sum fór til keyparan, Kvistgaard Jern & Metal A/S, Danmark. Eftir avskipingina í januar, vóru tríggjar avskipingar ávikavist í august, oktober og í desember 2018.

 

Avskipingin í august var á 1230 tons og fór til John Lawrie Group (Skotland), avskipingin í oktober var á 1584 tons og fór Norsk Gjenvinning Metall A/S (Noreg) – og avskipingin í desember á 1599 tons fór til Rimeco (Háland).

 

Stjórin á Kommunalu Brennistøðini, John Erik Hansen, sigur, at tær átta miljónir krónurnar, sum tey fingu fyri jarnið, er brutto. Tað, sum liggur eftir, tá samanum kemur, veldst eitt sindur um, hvønn flutning tey fáa.

 

Hyggja vit í hagtølini yvir avskipingar av jarni árini 2012 til og við 2018, eru tølini hesi: 2012 (2426 tons), 2013 (3167), 2014 (2797), 2015 (4747), 2016 (3759), 2017 (4597) og 2018 (6143 tons).

 

Tølini yvir metal kunnu slett ikki samanberast við tølini yvir jarn, tí nøgdirnar av jarni eru fleiri ferðir so stórar.

 

Sambært hagtølum hjá Kommunalu Brennistøðini vóru nøgdirnar av metalli árini 2012 til og við 2018 hesar: 2012 (58 tons), 2013 (87), 2014 (86), 2015 (106), 2016 (60), 2017 (59) og 2018 (63 tons).

 

- Dugni tekur teldur og støvsúgvarar sundur. Jú, betri, vit skilja, jú meira pening fáa vit fyri okkara WEEE-burturkast, sum er elektronikkur.

 

Tað er nevniliga soleiðis, sigur stjórin á Kommunalu Brennistøðini, John Erik Hansen, at nógv virðismikið metal er í tí, tey rópa WEEE-burturkast.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her