fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 20.04.2017 (19:02)

Selja Klaksvíkina í Keypmannahavn

Tað er fult hús í Føroyingahúsinum í Keypmannhavn í kvøld, har Klaksvíkar kommuna skipar fyri tiltakinum Uppliva Klaksvík. Endamálið við tiltakinum er at marknaðarføra Klaksvíkina sum ein bý, ið útisetar kunnu velja eftir loknan lestur. 


Fleiri fólk hava havt orðið í dag, harímillum Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, ið vísti á fleiri verkætlanir, ið kommunan arbeiðir við, ið skulu menna býin næstu árini. 


Millum annað nevndi borgarstjórin, at kommunan er í holt við at betra um umstøðurnar fyri fótbóltin, byggja ein rennivøll og hava sett peningin av til nýggja mentanarhúsið, ið skal standa klárt í 2020. 


Borgarstjórin royndi eisini at lokka áhoyrarnir til Klaksvíkar við at vísa á, at hóast bústaðarmarknaðurin er óvanliga heitur í Føroyum í løtuni, so eru fleiri møguleikar at bæði keypa íbúðir og grundstykkir í kommununi. 


At enda vísti borgarstjórin á, at kommunan, ið nýliga fór um 5.000 íbúgvar, hevur sett sær fyri, at hon skal vaksa uppaftur meira næstu árini. 


- Málið er, at í 2020 skulu vit vera 5.500 íbúgvar í Klaksvíkar kommunu, segði Jógvan Skorheim.