Leita á in.fo

Her kemur Royndin, báturin hjá bjargingarfelagnum, til Hvalbiar við seyði

Áki Bertholdsen 11.10.2018 (13:07)

Selja seyð fyri at kunna hjálpa fólki í neyð

Tað skerst ikki burtur, at uppboðssølur eru ógvuliga umstríddar í hesum tíðum. Men í annaðkvøld verður kortini ein uppboðssøla í Hvalba, sum øll kunnu semjast um, er av av tí góða.

 

Tá fer bjargingarfelagið í suðuroyar norðaru helvt at hava tiltak, har tey fara at selja seyð og kjøt á uppboði.

 

Claus Olsen, sum er ein av undangongumonnunum í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sigur, at uppboðssølan hjá teimum verður klokkan sjey í annaðkvøld, fríggjakvøldið á Bíargarði. Uppboðssølan verður innandura, so tað óveðrið, hann sigur frá, fer ikki at bila. 

 

Tað, tey hava at selja, er alt føroyskur seyður, bjargingarfelagið hevur fingið. Talan er um sjey lomb og ein veðrur, sum verða seldir á uppboði. Men so hava tey eisini flett tríggjar veðrar, og sundurlimað krovini, so tey verða seld, lim fyri lim. 

 

Talan er um veðrar, ið hava gingið í Miðurð og Syðrskor, sum eru tvey feitilendi ið hoyra til Hvalba og Claus Olsen sigur, at tað átti at borga fyri góðum kjøti. Tann eini veðrurin í Miðurð hevur er tvævetur.

 

Men hóast uppboðssølan ikki verður fyrr enn í annaðkvøld, ber longu nú til at bjóða á netinum, sigur Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag á Facebook vanga sínum.

 

Allur peningurin, sum kemur inn fer óskerdur til at reka Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag fyri. Claus Olsen sigur, at hóast tað krevur sítt at reka eitt slíkt felag, heldur hann, at tey eru kortini hampiligu væl fyri við útgerð. 

 

– Vit seta okkum fyri at útvega nakað av nýggjari útgerð hvørt ár, sigur hann. Í fjør fekk bjargingarfólkið nýggjar hjálmar, og í ár hevur bjargingarfólkið í Fámjin fingið elektriskar sagir, skrúvumaskinur, og aðra útgerð at bjarga støðum, tá ið skaðar henda av stormi. Tey hava eisini útvegað sær nakað av klintriútgerð í ár.

 

Vit eru eisini væl fyri við fólki. Tað eru eini 60 limir í felagnum, og einaferð, boð vóru eftir okkum at leita eftir fólki, kláraðu vit at fáa fatur á eini 50 fólkum upp á minni enn ein tíma, mitt í arbeiðstíð. Annars eru tað eini 20 – 25 mans, sum eru mestsum fastir, hvørja ið boð eru eftir okkum, sigur hann.

 

– Nú veturin stundar til, og útlit eru fyri, at boð verða eftir okkum, eru vit til reiðar at hjálpa, og vit hava alla útgerð, vit kunnu væntast at fáa brúk fyri, sigur Claus Olsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her