fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.11.2017 (22:27)

Selmar: Vit eru ein nátúrligur avloysari hjá Árna

Í morgun kunngjørdu arkitektavirkið hjá Selmari Nielsen og Árni Winther Arkitektar, at SNA hevur yvirtikið virkið hjá Árna Winther.

 

Endamálið er at savna royndir og førleikar í einum sterkum føroyskum arkitekta- og ráðgevingarvirki, sum bæði skal kunna kappast í Føroyum og uttanlands.

 

Selmar Nielsen greiðir á Rás 2 frá, at feløgini hava samstarvað nógv seinastu árini og at tað hevur roynst væl. Teir hava millum annað teknað nýggju farstøðina á Flogvøllinum í Vágum, H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum og nýggja Sundsverkið.

- Tá nú Árni Winther hevur tørv á at finna sær ein avloysara, var tað nátúrligt at venda sær til okkum og spyrja, um vit vildu taka yvir. Tað merkir ikki, at Árni forsvinnur úr hesum. Hann fer framyvir at arbeiða sum fakligur samstarvsfelagi í hesum, sigur Selmar Nielsen.

 

Les eisini Stór samanlegging í føroysku byggivinnuni 

 

Hann vísir á, at samanleggingin fer at styrkja arkitektavirkið, fer at savna fleiri førleikar á einum stað og tað fer at gerast gjørligt at útnytta førleikarnar á nýggjan hátt.

 

Næstu uppgávurnar hjá SNA eru millum annað at tekna nýggja langhylin í Gundadali, umframt fleiri uppgávur uttanlands.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Selmar Nielsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her