fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.01.2018 (16:24)

Semingsmaðurin: Tað kann taka fleiri dagar

– Hetta kann taka fleiri dagar.


Tað sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður í lønarósemjuni ímillum  Pedagogfelagið øðrumegin, og Fíggjarmálaráðið, FMR, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hinumegin.

Pedagogarnir hava ikki verið til arbeiðis í meiri enn ein mánað og higartil eru tvær semingsroyndir miseydnaðar. Men seinnapartin í dag fóru tey so undir enn eina roynd at fáa enda á ósemjuni.

Terje Sigurðsson sigur, at hann bað FMR og KAF koma á fund beint eftir døgverða í dag, og seinni sendi hann so eisini boð eftir Pedagogfelagnum. Og eftir at hava tosað við partarnar hvør sær, hevur hann gjørt av at royna semju enn eina ferð.

Men hann ásannar samstundis, at hann hevur ikki stórt annað at hava eina vón um semju í, enn sítt vanliga bjartskygni, tí tað er ikki komið nakað beinleiðis fram í dag, sum bendir á, at partarnir eru við at nærkast.

Og hann sigur, at enn eru tey ikki nær í námind av einum semingsuppskotið, tí hann heldur, at hetta samráðingarumfarið kann verða drúgt.

 

– Hetta kann vara í fleiri dagar, sigur semingsmaðurin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her