fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 13.09.2018 (20:45)

Semja millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið

Semja var í gjár undirskrivað millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

 

 

Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,3 % tann 1. oktober í 2017 og 2,5 % tann 1. oktober í 2018.

 

 

Umframt lønarhækking, eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálanum:

 

 

Ásetingarnar um barnferð eru broyttar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

 

 

Nýggj flokking er ásett fyri fulltrúar við 4½ ára útbúgving. Talan er til dømis um master útbúgvingar uttanfyri Danmark.

 

 

Harumframt eru ásetingarnar um starvs- og lønaraldur og um serfrøðingar gjørdar greiðari, skrivar Fíggjarmálaráðið í skrivi og á síni heimasíðu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her