Semja rokkin

- Nýggi sáttmálin verður undirskrivaður úti í Tinganesi klokkan seks.


Tað segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, í samráðingunum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar við tíðindini í KVF.


Sostatt eydnaðist tað at 17. degi í verkfallinum at finna eina semju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.


Semingsmaðurin vildi tó ikki greiða nærri frá innihaldinum í avtaluni.


Samráðingar hava verið í dag millum partarnar, eftir at Semingsstovnurin í nátt og morgun hevur tosað við báðar partarnar hvør sær, og um hálvgum fýra tíðina legði semingsmaðurin eitt semingsuppskot fyri partarnar at taka støðu til, ið tey nú hava góðtikið.


Meira um málið seinni.