Semjuskjal um heilsugransking og undirvísing

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum skriva undir semjuskjal um framhaldandi skipa samstarv um heilsugransking og undirvísing, skrivar bumr.fo.

 

Avtala millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um heilsugransking og undirvísing er ein av fortreytunum fyri, at Sjúkrahúsverkið kann gerast universitetssjúkrahús.

 

Í fleiri ár hevur Landssjúkrahúsið verið útbúgvingarstaður, og samstarvsavtalur hava verið millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almanna heilsu. Í sambandi við at umskipanir hava verið á heilsuøkinum, har Heilsugranskingareindin er sett á stovn, er tørvur á at gera nýggja samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið.

 

Tann 12/4-20244 varð avtala undirskrivað, har landsstýrisfólkini eru samd um at avtala skal gerast ímillum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um samstarv viðvíkjandi heilsugransking, útbúgving og vitanardeiling v.m.

 

Avtalan kann lesast her – Semjuskjal

 

##med2##