»Sendingin hjá Heina var eitt egocentriskt flopp«

So avgjørdur er løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jákup Mikkelsen, um sendingina »Gud signi Føroyar«, sum sjónvarpið sendi í gjárkvøldið.

 

– Egocentrisk flopp, myndir av sær sjálvum gjøgnum Havnagøtur oman til Ebenezer, har hann gevur Brøðrasamkomuni eitt uppercut. Óndsinnað úr enda í annan. Misbrúkar ein samkyndan at seta Kelduna í ringt ljós.

 

Soleiðis skrivar løgtingsmaðurin á Facebook. Og hann heldur fram:

 

– Tað er nógv fyri, at so sjálvupptiknir persónar sum Heini skulu sleppa fyri skattgjaldarans pengar gera seg upp við at traðka á onnur, skrivar hann.

 

Løgtingsmaðurin sipar uttan iva til byrjanina í sendingini, har Heini í Skorini greiði frá síni støðu til brøðrasamkomuna og Ebenezer, har hann er barnvaksin. Sendingin byrjar við, at Heini í Skorini gongur oman gjørnum Niels Finsensgøtu oman ímóti Ebenezer. Men í staðin fyri at fara inn í Ebenezer – sum eftir øllum døma ikki var opið hetta, kvøldið, har var myrkt – so snarar hann demonstrativt til høgru oman Sverrisgøtu.

 

Heini leiðir okkum inn til sendingina við hesum orðum:

 

»Tá eg var barn og ungur gekk eg á sunnudagsskúla og á møti í brøðrasamkomuni Ebenezer, sum liggur í miðbýnum í Havn. Her hoyrdi eg um ein mann, sum livdi í Miðeystri fyri 2000 árum síðani og at enda bleiv krossfestur. Hansara viðhaldsfólk trúðu, at hann var sonur Guds, og at hann var komin til jarðar at frelsa eina fortapta mannaætt, sum var fallin í synd, og at hann var einasti vegurin aftur til Gud.

 

Men við tíðini gjørdust spurningarnir fleiri og fleiri. Og seinastu mongu árini havi eg einki havt tilknýti havt við nakra samkomu ella kirkju, men áhugin fyri átrúnaði er ongantíð hovrvin. Heldur tvørturímóti.

 

Eg havi lisið og granskað átrúnað og altjóða politikk á King's College University í London, ein býur, har alskyns religiónir hittast og bresta saman.

 

– Men nú skal tað snúgva seg um Føroyar. Um føroyskan kristindóm í okkara samtíð, nú 500 ár eru liðin síðani reformatiónina, tá Martin Luther og aðrir reformatorar gjørdu uppreistur ímóti katólsku kirkjuni.

 

– Allar religiónir finnast í fleiri útgávum, og í Føroyum finnast eisini fleiri sløg av tí kristna boðskapinum, fleiri tulkingar av bíbilsku tekstunum og fleiri útgávur at kristnari gudsdyrkan.

 

– Hendan sendirøðin fer at kanna, hvat eyðkennir tær stóru kristnu rørslurnar í Føroyum í dag.«