Sera nógv vitjandi á Sjómannadegnum

Hanus og hansara fólk borðreiddu við fyrsta floks vøru, Kristian Martin og Regin tað sama við teirra fólkum. Ein fantastisk uppliving – nógv fyri eygað og nógv fyri smakkileykirnar.

 

Gleðiligt var at síggja nógv fólk aðrastaðni frá, sum hava tilkið Sjómannadagin til sín – eisini fólk uttan úr heimi.

 

Hógni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum tók til í síni setanarrøðu, at ein íslendingur hevði tikið til yvir fyri honum, at skuldi ein norðurlendskur høvuðsstaður útnevnast, so mátti tað verða Klaksvík.

 

Eftir heiðran av bestu bátum, og allar tær kendu kappingarnar við at halda dregg, egning, togtogan og allar hinar, endaðu Pipar & Salt  dagin við beinraknum og skeivum speii og skemti.

 

Frá Pipar & Salt  fekk klaksvíkingurin, Johnny í Grótinum nokkso nógvar skolur fyri at vera svarið uppá at kalla alt í samfelagnum. Sjálvur stóð hann og lýddi á, og dugdi at taka ákoyringarnar við einum smíli.

 

Takk til menninar handan Sjómannadagin fyri enn eitt bragd av døgum at heiðra sjófólkum okkara – og fiskivinnutjóðini, Føroyar.