Sera sannlíkt at Koks fær Michelin-stjørnu

Rættiliga nógv bendir á, at føroyska matstovan Koks fer at skriva søgu í dag

Rættiliga nógv bendir á, at føroyska matstovan Koks fer at skriva søgu nú klokkan 9, tá The Michelin Guide Nordic Countries 2017 á hátíðarhaldi í Stokholm fer at kunngera, hvørjar matstovur í Norðanlondum fáa Michelinstjørnur í ár.

 

Fleiri ummælarar í Danmark og í Svøríki, teirra millum Bent Christensen frá Den Danske Spiseguide, og Søren Frank frá Berlingarnum, hava sagt seg vera ivaleysar í, at føroyska Koks fer at fáa stjørnu hesaferð.

 

Og altsamt meira bendir á tað. Tí øll leiðslan í Koks er boðin við til hátíðarhaldið í Stokhólmi. Johannes Jensen, stjóri á Gist & Vist, sum eigur Koks, Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks, og Karen Visth, vínstjóri á Koks, eru øll í Stokholm – tí at The Michelin Guide hevur boðið teimum at vera við.

 

Sum info skilir tað, so er tað sera duldarfult, hvør verður boðin við. Tiltakið er í einum sjónleikarhúsi í Stokhólmi, og allir kandidatarnir verða lirkaðir inn gjøgnum ymsar bakdyr og goymdir í einrúmi, til tað verður avdúkað, hvørjar matstovur fáa heiðurin.

 

Sum vit hava skrivað fyrr, so var tað fyrstu ferð í fjør, at matstovur uttan fyri høvuðsstaðir fingu heiðurin. Í Danmark merkti tað, at tríggjar Michelin stjørnur fullu í Århús, og enntá ein á Bornholm. Tí er fólkagrunarlagið ikki ein forðing fyri, at føroyska Koks kann fáa eina stjørnu.

 

Ummælarar eru sannførdir um, at maturin á Koks í øllum førum livir upp til heiðurin.

 

Klokkan 9 verða vit øll klókari. Um tit vilja fylgja við beinleiðis, so trýstið á pílin á myndini!