Sera vandamikið narkotiskt evni ávíst í Noregi

- Etonitazen er hundrað ferðir sterkari enn morfin. Fært tú evnið í teg, er stórur vandi fyri, at tú kanst fáa eina lívshóttandi eitran og doyrt, sigur norska løgreglan.

Eitt barn í Noregi, sum er undir 15 ár, hevði sera vandamikla evnið í sær. Løgreglan er stúrin.

Á Universitetssjúkrahúsinum (UNN) í Tromsø í Noregi hava tey herfyri ávíst sera vandamikla evnið etonitazen í einum barni, sum er undir 15 ár.

 

Tað skrivar løgregluøkið í Troms í tíðindaskrivi í dag, og her verður staðiliga ávarað um evnið.

 

Etonitazen er eftirgjørt evni, sum er hundrað ferðir sterkari enn morfin. Fært tú evnið í teg, er stórur vandi fyri, at tú kanst fáa eina lívshóttandi eitran og doyrt.

 

Løgreglan sigur, at á Universitetssjúkrahúsinum í Troms fekk barnið, sum hevði fingið evnið í seg, viðgerð og yvirlivdi.

 

- Men, her í løgregluni eru vit stúrin, siga tey í Troms í tíðindaskrivinum í dag.

 

Løgreglan vísir á, at tey stúra fyri, at børn og ung kunnu koma í samband við evnið, og heitt verður á foreldur í økinum um at hava eygu og oyru opin.

 

Sagt verður um etonitazen, at tað bæði kann fáast sum tablettir, pulvur ella næsaspreið, sigur løgreglan í tíðindaskrivinum í dag.

 

 

 

Eitt barn í Noregi, sum er undir 15 ár, hevði sera vandamikla evnið í sær. Løgreglan er stúrin.