fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.4m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 16.06.2017 (07:45)

Serfrøðingur: Eldurin kundi verið nógv verri

- Tað er heppið, at hol fór á ammoniak tangarnar. Gjørdi tað ikki tað, so hevði tað kunnað elvt til stóra eksplosión, sum ein illa kann ímynda sær vavið av, sigur Bjørn Schmidt, specialkonsulent á danska Kemikalieberedskaben.

 

 

 

Tá ið eldur kom í Varðan Pelagic fríggjamorgun, var trupult at meta um, hvussu stórur skaði kundi standast av ógvusligu flammunum.

Tað var skjótt, at almenningurin fekk ávaringar um, at ammoniak var í luftini. Men tað, sum tey fægstu helst vistu tá var, at tað var í veruleikanum hepni í tí óhepna.

Hetta tí, at lak ammoniaki ikki úr tangunum, so hevði tað kunnað eksploderað. Og gjørdi tað tað, so var óalmindeliga illa statt á Tvøroyri.

 

- Um haldararnir við ammoniak ikki høvdu likið, so høvdu teir kunna eksploderað. Hetta tí, at blíva slíkir tangar hitaðir uppum kókipunktið, so høvdu teir kunna skrædað og tá hevði gassið í haldarunum beinan vegin eksploderað. Tað er tað, sum vit kalla “bleve”, sigur Bjørn Schmidt.

 

 

Hann vísir á, at á Youtube ber til at síggja fleiri brot sum vísa, hvat hendir, tá ið  “bleve” kemur fyri. Tað er ein ógvuslig eksplosión. Á heimasíðuni hjá beredskabsstyrlsen stendur skrivað um “bleve”.

 

 

- Bleve merkir Boiling Liquid Expanding Vapor Explosion. Tað er ein trýstspreinging av einum afturlatnum haldara, har í ein væta er upphitinað til temperatur langt omanfyri kókipunktið hjá vætuni undir vanligum atmosfæriskum trýstið. Allar vætur, sum eru hitaðar væl omanfyri sítt kókipunkt, kunnu geva trýstspreingingar í einum haldara. Ein serstakur vandi er, um vætan í haldaranum er brandfarlig, tá ið gassið frá hesum kann endað við at kveikja í eldurkúlur, skrivar Beredskabsstyrelsen á heimasíðuni.

 

 

 

- Vanliga hava vit sum meginreglu, at er vandi fyri “bleve”, so halda vit 1000 metrar avstand, sigur Bjørn Schmidt og vísir á, at orsøkin er, at ein slík eksplosión kann leggja tað rundan um seg í oyði.