Leita á in.fo

Tað var nógv fólk á Summarfestivalinum, men tey vóru stak friðarlig, sigur løgreglan

Áki Bertholdsen 13.08.2017 (08:38)

Serstakliga friðarligur summarfestivalur

Tá ið hugsað verður um, hvussu nógv fólk var samankomið, var Summarfestivalurin stak friðarligur.

 

Tað sigur løgreglan í morgun.

 

Tey siga, at ein maður var var so ógvusligur í sínum atburði í nátt, at hann varð settur í brummuna til hann var kólnaður aftur, og hann var leyslatin beint eftir klokkan átta í morgun. Hann fær samstundis eina bót fyri at bróta politiviðtøkurnar.

 

Annars hava tey fingið boð um fólk, sum eru dottin og hava meiðslað seg eitt sindur, og onkur er endaður á sjúkrahúsinum. Onkur hava eisini verið so full, at tey hava ikki klárað seg sjálvi. Men løgreglan sigur, at Summarfestivalurin, eins og aðrir festivalar og stevnur, hava havt vælmannað lið av samarittum og vaktarfólki og tey hava tikið sær av tí mesta.

 

– Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá løgregluni, sigur vakthavandi í morgun.

 

Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna í nátt. Men har var lítið at finnast at, onkrar átalur vórðu givnar fyri smærri brek, annars var einki

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her