Serstakt Vár 2017

Føroya Bjór hevur bryggjað Várbryggj 2017.

 

Várbryggj er neyvt sett saman við serstøkum rávørum, ið gevur tí ein aromatiskan smakk. Serkøn hava givið Várbryggj 2017 sera góð skotsmál.

 

Á Føroya Bjór siga tey, at eitt gott samanspæl og ein góð javnvág ímillum tann søta smakkin frá maltinum og tann beiska smakkin frá humluni, ger Várbryggj 2017 heilt serstakt. Várbryggj hóskar serstakliga væl til fisk, ljóst kjøt og annars til ljósar og várligar løtur.