Seta 27 milliónir smolt á sjógv í 2024

Í Føroyum ætlar Bakkafrost at seta um 17,8 milliónir smolt á sjógv í 2024 og um 9,3 milliónir smolt í Skotlandi.

Miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi verður væntandi yvir 200g. Mongdin og miðalvektin á útsettu smoltunum eru týðandi fortreytir, fyri at kunna meta um framtíðartøku hjá Bakkafrost.

 

##med2##

 

Bakkafrost leggur dent á at tryggja støðugan vøkstur av smoltunum og áhaldandi menning av smoltgóðskuni. Á smoltstøðunum í Føroyum verður serligur dentur lagdur á, at smoltvektin og góðskan verða javnað, tí hetta gevur betri rakstur í alingini á sjónum.

 

Samlaða tøkan í 2024 verður væntandi 91.000 tons av laksi í kruvdari vekt, harav 66.000 tons í Føroyum og 25.000 tons í Skotlandi. Samlaða tøkan verður væntandi býtt soleiðis:

 

##med3##

 

Lívfrøðin, umhvørvið og marknaðurin kunnu ávirka tøkuna.

 

Søla & Liðugvøruframleiðsla

Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Í mong ár hevur Bakkafrost miðað eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Nýggja tøkugjaldið ger møguleikarnar fyri framleiðslu av sáttmálabundnum liðugvørum verri. Tískil hevur Bakkafrost tillagað virksemið fyri liðugvøruframleiðslu og minkað um váðan av sáttmálabundnum liðugvørum. Fyri 2024 hevur Bakkafrost minkað um liðugvørusáttmálarnar til umleið 9% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi.

 

##med4## 

 

Mjøl, lýsi og fóður

 

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES fyri svartkjaft í 2024 er 1.530 túsund tons, sum er ein hækking á 12,5% samanborið við 2023. 

 

Framleiðslan av fiskamjøli verður væntandi høg í 2024, meðan framleiðslan av lýsi verður á einum meira vanligum støði.

 

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

 

Íløgur

 

Á íleggjaradegnum, ið varð hildin 6. juni 2023 í Skotlandi, kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2024-2028 áljóðandi 6,3 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.

 

Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er, at avrita háttin Bakkafrost virkar í Føroyum til Skotlands. Bakkafrost umhugsar millum annað at byggja tvær stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Við hesum fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 15 milliónir smolt á 500g í Skotlandi. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og at økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.

 

Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra, at árliga framleiðslan av smolti verður oman fyri 24 milliónir smolt á 500g. Eisini er ætlanin at umbyggja nakrar smærri verandi smoltstøðir til lívfiskastøðir, og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður útbygd. Í íløguætlanini er eisini sett av til átøk, sum hækka gagnnýtsluna av verandi aliøkjum, eins og til nýggja alitøkni á sjónum. Við hesum gerst møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 110.000 tons í kruvdari vekt, sum er ætlanin at røkka í 2028.

 

Við íløguætlanini 2024-2028 væntar Bakkafrost at røkka einari samlaðari tøku á 165.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2028. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at uppbyggja eina samlaða framleiðsluorku á 200.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

 

 

 

Um Bakkafrost:

 

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).