fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Her er Heðin Mortensen á Gomlu Rætt, tá ið fyrst skotið var sprongt í sambandi við Sandoyartunnilin. Og um nøkur fá ár er eisini ætlanin at sprongja fyrsta skotið fyri Suðuroyartunlinum

Áki Bertholdsen 09.01.2019 (08:23)

Seta ferð á ætlanina at gera tunnil til Suðuroyar

Nú skal ferð setast á at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvarunnil til Suðuroyar. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Hann sigur, at endamálið er, at tá ið tað er liðugt at bora Sandoyartunnilinm skal tað vera klárt at halda fram til Suðuroyar. Hann sigur at tískil hevur hann gjørt av, saman við Landsverki, at nú skal tann endaliga linjuføringin setast út í kortið, soleiðis, at greiða fæst á, akkurát, hvønn veg, tunnilin skal leggjast.

 

Tað verður gjørt í allarnærmastu framtíð. Í hesum sambandi skal støða takast til, hvar í Sandoynni, tunnilin fer niður og um hann skal upp í Skúgvoy á vegnum – sum annars er tað mest sannlíka. Tað er ein tunnil upp á einar níggju kilometrar. Og samstundis skal støða eisini takast til, hvar hann skal upp í Suðuroy, um tað skal vera í Sandvík, í Hvalba, ella kanska í Trongisvági.

 

Verður tunnilin lagdur úr Skúgvoy til Sandvíkar, verður hann 17,2 kilometrar langur og verður hann so lagdur til Hvalbiar, ella Trongisvágs, verður hann so tað longri.

 

Tá ið tað er avgjørt, verður hidið fram við jarðfrøðiligu kanningunum fyri at alt kann vera klárt, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at endamálið er heilt greitt, at í 2030, ella um 11 ár, skal eisini Suðuroyggin hava fast samband við meginøkið.

 

Men spurningurin er so, hvussu tunnilin skal fíggjast. Hann sigur, at hann hevur umrøtt málið bæði við Landsverk og við felagið, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Tilsamans fer ein Suðuroyartunnil at kosta góðar tríggjar milliardir og ein møguleiki, landsstýrismaðurin sjálvur hellir til, er, at felagið, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, eisini yvirtekur projektið at gera Suðuroyartunnilin, og finnur tann partin av fíggingini, sum ikki fæst úr landskassanum.

 

Men ein annar møguleiki er eisini at knýta allar undirsjóvartunlarnar saman í eitt felag, men alt hetta eru spurningur, ið skulu viðgerast nágreiniligari fyri at finna bestu loysnina.

 

Hann ásannar, at talan er um eina dýra verkætlan. Men hann sigur, at tað skal setast upp ímóti, at um eini 10 ár er tíðin farin frá Smyrli, og at byggja ein nýggjan Smyril kostar eina milliard. Smyril kostar eisini einar 60 milliónir um árið í rakstri, eisini í hesum døgum, at oljan ikki er so dýr, sum hon hevur verið.

 

– Samanumtikið er tað sostatt minni munur á at gera undirsjóvartunnil og at útvega ein nýggjan Smyril. Og tá haldi eg, at tað er munandi framskygdari at líta fram eftir og seta sjøtul á ein undirsjóvartunnil, soleiðis at tann seinasta av teimum størru oyggjunum eisini fær fast samband við meginøkið, og tá kunnu 99 prosent av føroyingum koyra í túnið hjá hvørjum øðrum, sigur Heðin Mortensen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her