Sethúsaprísir í Klaksvík hækkaðu 62 prosent í fimm ár

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at miðalprísurin á sethúsum í Føroyum er hækkaður við 53 prosent seinastu fimm árini.

Í 2016 var miðalprísurin í Klaksvík 1,3 mió. krónur. Í dag er miðalprísurin 2,1 mió. krónur. Hetta er ein vøkstur á 62 prosent.

 

Tað skrivar Betri Banki í dag.

 

– Vit merkja ein øktan eftirspurning á bústaðarmarknaðinum. Tað eru nógvir kundar, sum hava fyrispurningar í samband við at keypa hús. Eisini eru fleiri, sum ynskja at fyrireika seg, við at byrja at spara upp.

 

##med2##

 

Tað sigur Oluffa Olufsdóttir, leiðari fyri Betri Banka í Klaksvík.

 

Orsøkin til vaksandi miðalprísirnir kring landið eru serliga metlága rentustøðið og stóri fólkavøksturin seinastu árini. Hetta hevur økt eftirspurningin eftir bústøðum og hevur sett bústaðarmarknaðin undir trýst. Úrslitið er hækkandi sethúsaprísir.

 

Bústaðarbyrðan er seinastu árini vorðin tyngri orsakað av hækkandi bústaðarprísum. Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av miðal netto inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja eini sethús.

 

Bústaðarbyrðan í Klaksvík er í løtuni 21 prosent í mun til 13 prosent í 2016.

 

Tølini hjá Betri Banka geva onga ábending um, at sethúsaprísirnir fara at lækka komandi tíðina.

 

##med3##