Leita á in.fo

Tað gekk ikki væl hjá manni í Kalifornia, sum seinasta sunnudag setti eld á ein stóran eiturkopp.

Vilmund Jacobsen 10.01.2018 (12:42)

Setti eld á stóran eiturkopp

Tað gekk ikki væl hjá einum manni í Kalifornia, sum seinasta sunnudag royndi at seta eld á ein stóran eiturkopp við einum tendrara.

 

Tað veit lokala heimasíðan - Record Searchlight - at siga.

 

Tá eldur var komin í eiturkoppin, fór hann at renna runt í íbúðini hjá manninum, har eldur fyrst kom í eina madrassu.

 

Tá tað hevði eydnast teimum, ið inni vóru, at sløkkja eldin í madrassuni, var eldur í øðrum tingum í íbúðini, og tað endaði við, at eldur eisini kom í vindeyguni í sovikamarinum.

 

Fólk, sum vóru í íbúðini, royndu at sløkkja við eini havaslangu, men tá tað ikki eydnaðist, noyddust tey at senda boð eftir sløkkiliðnum.

 

Tá sløkkiliðið hevði fingið tamarhald á eldinum, vóru skaðar í íbúðini fyri út við 70.000 krónur.

 

Eingin - undantikið eiturkoppurin sjálvur - fekk nakran skaða, men leigarin, sum setti eld í eiturkoppin við tendraranum, noyðist at finna sær ein annan bústað.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her