Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.07.2018 (08:27)

Setti koyrikortið í vanda við skilaleysari koyring

Tá ið løgreglan er úti við radaranum og mátar, hvussu skjótt bilar koyra, er Eysturoyggin eftir øllum at døma, altíð eitt gott mið.

 

Í seinastuni hava heilt nógvar søgur verið um, at løgreglan hevur verið í Eysturoy og kanna ferðsluna, og har fleiri bilførarar hava fingið bót, ella fingið klipp í koyrikortið, og enntá hava bilførarar mist koyrikortið á staðnum, tí teir hava koyrt skilaleyst.

 

Men kortini grettur tað ikki, at bilførarar verða tiknir, og tað hendi aftur í nátt, tá ið løgreglan var í Eysturoy við ferðmátaranum.

 

Løgreglan sigur, at í nátt vórðu tríggir bilførarar tiknir í Eysturoy. Tveir bilførarar koyrdu ávikavist 105 og 106 kilomatrar um tíman, og teir fáa hvør sítt klipp í koyrikortið. Ein triði bilførari koyrdi 126 kilometrar um tíman, og hann missur koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann hann má taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her