fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 21.04.2017 (11:22)

SEV: 93 milliónir krónur í avlopi

2016 hilnaðist væl hjá SEV. Ársúrslitið vísir eitt avlop eftir skatt á 92,8 milliónir krónur. Felagið sigur, at hetta er neyðugt fyri at fíggja komandi útbyggingar í elskipanini.

 

- Nýggja nevndin er saman við dagligu leiðsluni, mongu góðu starvsfólkunum og hollu serfrøðini í SEV til reiðar at taka við stóru avbjóðingunum, sum liggja fyri framman. Bæði elfelagið sjálvt og grønu ætlanirnar byggja á eina trygga grund, staðfestir John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.

 

Samanumtikið eru og verða framhaldandi nógvar ymiskar fyrireikingar og kanningar gjørdar, ið leggja lunnarnar undir ítøkiligu heildarætlanina fyri grønu kósina. Talan er um eina ætlan, sum kann tillagast, um tøkniligar og búskaparligar broytingar óvæntað stinga seg upp á vegnum fram ímóti endaliga málinum at gera Føroyar 100 prosent grønar á landi í 2030.

 

Fyrireikandi arbeiðið seinasta árið hevur havt við sær, at SEV - eftir tætt samskifti við orkumyndugleikan, ORKA – hevur mælt til tvey týðandi stig aftrat á grønu kósini. SEV hevur skotið upp at seta 12 vindmyllur upp í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. Elfelagið hevur eisini mælt til at byggja eina vindmyllulund aftrat við battarískipan í høvuðsstaðarøkinum. Um alt gongst eftir ætlan, kunnu hesar báðar verkætlanir fara í gongd í 2018.

 

Hesi bæði næstu byggistigini skulu fáa grøna elorkupartin upp á 70 prosent av árligu elframleiðsluni tilsamans. Elorkan í Suðuroynni, sum er leys av elskipanini í meginøkinum, verður tilsamans 75 prosent grøn.

 

Góðveðrið í 2016 elvdi til afturgongd í grønu elorkuni sammett við 2015. SEV framleiddi 50 prosent av elorkuni úr vatni og vindi í fjør, og tað er 10 prosentstig minni enn árið fyri, tá 60 prosent av elframleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldum.

 

- Avbjóðingin er at goyma varandi orku til góðveðursdagar, og tað er m.a. hesa stóru avbjóðing, sum vit viðgera nærri í langtíðarætlanini fyri grønu útbyggingarnar fram til 2030, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Stjórin vísir í hesum viðfangi á, at battarískipanin í Húsahaga roynist væl, tí hon hevði við sær, at vindorkan var gagnnýtt nógv betur seinna hálvár 2016, tá battarískipanin var tikin í nýtslu.

 

Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í fjør. SEV framleiddi 317,4 GWt í 2016, og tað er 0,94 prosent meira enn í 2015, tá ið elframleiðslan tilsamans var 314,4 GWt.