Leita á in.fo

Barbara Holm 07.12.2017 (10:07)

SEV: Øll fingið streymin aftur uttan Skælingur og Leynar

Eirikur Norðberg hjá SEV sigur við in.fo nú, at streymurin er komin aftur um alla Havnina. So trupulleikarnir á káplunum, sum komu fyrr í morgun, eru nú rættaðir og havnarfólk hava aftur fingið ljós. 

 

 

 

Frá SEV verður sagt, at á Skælingi og á Leynum er framvegis myrkt, og tað er so mikið ringt veður har, at tað er torført at rætta brekið í bræði. Tað verður vónað, at tað letur seg gera at fáa streym aftur til Leynar og Skæling um klokkan 10.30, men tað er óvist, um tað ber til, siga tey av SEV. 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her