Leita á in.fo

Barbara Holm 12.09.2017 (10:13)

SEV: Tú skyldar kanska ikki tað tú heldur

- Tøkniligir trupulleikar hava havt við sær, at elkundar, sum hava sjálvirkandi gjaldsavtalu í bankunum, fáa upplýst skeiva saldo, sjálvt um pengarnir eru farnir av kontum hjá kundunum, skrivar Sev í tíðindaskrivi júst nú. 

 

- Elkundar, sum hava sjálvirkandi GS-avtalu í bankunum, fáa tíverri skeiva saldo upplýsta í sjálvavgreiðsluni hjá SEV og í uppgerðini 01.08.2017-31.08.2017, sum er viðfest rokningini, sjálvt um pengarnir fyri síðstu elrokning eru goldnir av bankakontu hjá kundunum, sigur Sev

 

 

Orsøkin er, at ein tøkniligur trupulleiki er í sambandinum millum SEV og GS-skipanina, soleiðis at SEV ikki hevur móttikið pengarnar frá GS-skipanini.

 

 

Viðurskiftini eru við at koma í rættlag aftur, sigur Sev.