fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Mynd: (Álvur Haraldsen) Herolind Shala (í miðjuni)

Tróndur Arge 13.10.2018 (19:52)

Shala: Eg eri uppvaksin við graslíki

Landsliðið hjá Kosovo hevur seint seinnapartin vant á Tórsvølli. Undan venjingini var tíðindafundur í B36-húsinum, har annar av luttakarunum var Herolind Shala. Hann er uppvaksin í Noreg og hevur eisini spælt í Danmark so seint sum í fjør. Hann ræðist ikki graslíki.

 

Les eisini: Broyta spælskipan og tveir spælarar

 

- Tað broytir einki. Vi eru fleiri, sum eru uppvaksnir við at spæla á graslíki. Eitt nú eri eg uppvaksin í Noreg. Vit eru eitt gott lið, sum spælir tekniskan fótbólt, so tað verður ikki ein trupulleiki, sigur Herolind Shala.

 

26 ára gamli miðvallarin spælir nú við Start í Noreg. Hann heldur fyri, at hóast tað er stutt tíð millum dystirnar, so er tað heldur ikki ein trupulleiki, tí teir eru allir fulltíðarspælarar. Hann vónar tó, at føroyska liðið fer at leypa á, tí vit ikki kunnu brúka nakað annað enn ein sigur.

 

Les eisini: Nú havi eg enn meiri virðing fyri Føroyum

 

- Føroyar hava einki at tapa, so eg vætni at teir fara at spæla meiri framrættað. Tað kann blíva ein møguleiki hjá okkum, og kanska passar tað besti til okkum, sigur Herolind Shala.

 

Motivatiónin er í lagi

Hann bleiv eisini spurdur, um tað ger nakran mun, at teir nú skulu spæla á einum minni leikvølli í kuldan og ringum veðrið.

 

- Eg vænti ikki, at tað verður ein stór broyting. Vit eru motiveraðir og tað er greitt, at vit skulu mugu vinna hendan dystin. Tá vit spæla á heimavølli, so geva áskoðararnir okkum góðan stuðul, men vit til hendan dystin er motivatiónin nokk, sigur Herolind Shala.

 

Hann hevur spælt fleiri dystir á ungdómslandsliðunum hjá Noreg, og hevur eisini spælt seks landsdystir fyri Albania, áðrenn hann nú er farin at umboða Kosovo. Landsdysturin millum Føroyar og Kosovo verður sunnudagin klokkan 17. FM1 byrjar at senda klokkan 15.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her