Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 19.06.2017 (19:54)

Sheep Views heimsins besta lýsingarátak 2017

Sheep View átakið hjá Visit Faroe Islands og Atlantic Airways gongur enn sína sigursgond kring heimin. Tað hevur fingið nógv eygu vend móti Føroyum og hevur vunnið nógvar virðislønir ymsa staðni. Nú er kanska tann størsta higartil fingin til høldar. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, skrivar á sínum Facebook vanga, at Sheep View hevur vunnið heiðurin sum heimsins besta PR-átak innan ferðavinnu í 2017, á stórari stevnu í Cannes í Fraklandi.

 

Hon skrivar millum annað:

 

So hendi tað ótrúliga! Sheep View átakið hevur júst vunnið gull í PR-kategoriini á Golden Lions í Cannes, heimsins størstu prísir innan lýsingarheimin. 


Fantastiskt at kunna hava verið við til at vunnið fyrstu marknaðarførings- & PR virðisløn av hesum slag fyri Føroyar og heiðurin sum heimsins besta PR-átak innan ferðavinnu í 2017


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her