Leita á in.fo

Ólavur Jensen hjá SÍ og leikandi venjarin hjá Mjølni, Phil Freere settu orð á dystin SÍ-Mjølnir 0-3 í samrøðu við Óla G. Samuelsen á FM1 aftaná dystin (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Heri Simonsen 09.02.2019 (17:50)

SÍ-Mjølnir 0-3: Avgerandi bóltarnir og samrøður (FM1)

Mjølnir heldur fram við at spæla framúrskarandi flogbólt og at gera reint borð í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.

 

Í dag vann Mjølnir ellinta dystin av 11 møguligum, og hevur liðið fult stigatal, 33 av 33 møguligum stigum og settmunin 33-4.

 

Mjølnir vitjaði SÍ í Sørvági í dag. Mjølnir vann dystin rættiliga trygt 3-0 (21-25, 16-25 og 22-25).

 

Í morgin klokkan 14 spæla Fleyr og ÍF í høllini á Hálsi í Havn. Mjølnir er greitt oddalið við 33 stigum. Fleyr hevur 11 stig, SÍ hevur 10 stig og ÍF hevur níggju stig.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.


2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við veteranin hjá SÍ, Ólav Jensen sum aftur spælir við besta liðnum hjá SÍ. Ólavur Jensen vónar, at SÍ kann gera tað munandi betur í steypahálvfinaluni komandi leygardag tá liðini møtast aftur í Badmintonhøllini í Klaksvík. 


3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við leikandi avstralska venjaran hjá Mjølni, Phil Freere sum slær fast, at málið hjá Mjølnir er at vinna greipuna og at vinna allar dystirnar 3-0 ella 3-1, og harvið einki stig missa í ár.

 

(Í samrøðuni nevnir Óli G. Samuelsen, at tað er bara Mjølnir, ið áður hevur vunnið allar dystirnar í landskappingini í einum kappingarári, og taptu bara steypafinaluna tað kappingarárið. Talan er ikki um Mjølnir, men um Fleyr sum vann allar landskappingardystirnar í 2000, men tapti steypafinaluna)

 

HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði tá flogbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1 fekk eitt rimmar forskrekkilsi í triðja og seinasta setti, og var bert eina hársbreidd frá at fáa ein bólt í andlitið við støðuna 22-24 í triðja og seinasta settinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her