SÍ mundi smashað frásøgumannin hjá FM1 í gólvið

(FM1) Hoyr hvussu nær við Óli G. Samuelsen hjá FM1 var at blíva smashaður í gólvið av SÍ í Sørvági í dag


Óli G. Samuelsen, frásøgumaður hjá FM1 var bert eina hárbreidd frá at fáa ein bólt, ið SÍ-leikari smashaði í andlitið. Hoyr hvussu tann løtan ljóðaði á FM1

Óli G. Samuelsen, frásøgumaður hjá FM1 var bert eina hárbreidd frá at fáa ein bólt, ið SÍ-leikari smashaði í andlitið. Hoyr hvussu tann løtan ljóðaði á FM1

Tað er ikki vandaleyst at siga frá flogbólti í høllini í skúlanum í Sørvági.

 

Hetta mátti frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen sanna tá hann segði frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum SÍ og Mjølnir.

 

Mjølnir vann dystin rættiliga trygt 3-0 (21-25, 16-25 og 22-25). Mest serliga hendingin var tá støðan í triðja og avgerandi setti bleiv 24-22 til Mjølnir. Tá var bert talan um eina hársbreidd, at ein spælari hjá SÍ smashaði bóltin í andlitið á Óla G. Samuelsen.

 

Tað var ein ungur SÍ-ari sum var argur inn á seg sjálvan, ið sendi bóltin avstað sum mundi gjørt, at lurtararnir hjá FM1 ikki fingu dystarendan við, men Óli G. Samuelsen hevði tíbetur teir tiltiknu "marginalarnar" á sínari síðu í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI av Óla G. Samuelsen, og hoyr hvussu tað ljóðaði tá flogbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1 fekk eitt rimmar forskrekkilsi í triðja og seinasta setti.

 

HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Ólav Jensen hjá SÍ og leikandi venjarin hjá Mjølni, Phil Freere.