Leita á in.fo

Hallur av Rana 07.12.2017 (12:53)

Sí myndirnar: 30 skaðafráboðanir í Fuglafirði

Ódnarveðrið Caroline hevur gjørt nógv um seg í morgun, og serliga eru tað í bygdunum Norðragøta og Fuglafirði, at bjargingarlið og sløkkilið hava havt nógv um at vera.


Tá vit tosaðu við sløkkiliðsleiðarin í Fuglafirði fyrr í morgun, lýsti hann støðuna í bygdina sum ræðuliga, og tá vit aftur fingið orð á hann fyri løtu síðan, greiddi hann frá, at tey hava fingið umleið 30 fráboðanir um skaðar í bygdini.


- Tað stendur einki serligt til her. Streymurin er akkurát farin og vit hava fingið út við tretivu skaðafráboðanir, og talið veksur, sigur sløkkiliðsleiðarin, ið eisini upplýsir, at talan mest er um skaðar á tekjur.


Jóhan Joensen hevur sent okkum hesar myndirnar frá Fuglafirði.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her