fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.07.2017 (11:22)

Sí video: Ingi Sørensen svimur við grindahvali

Tað hava verið sera nógv grindadráp í Føroyum í summar. Men tað eru ikki allir føroyingar, sum hálova gamla siðarvinum. Ein teirra er Ingi Sørensen, sum millum annað ger nógv burturúr at taka myndir undir vatni. 

 

 

- Eg fekk at vita, at ein einstakur grindahvalur svam runt á Gomlurætt, og skundaði mær alt eg kundi, so eg slapp at svimja við hvalinum og harvið eisini fáa eina góða mynd av honum, sigur Ingi Sørensen. 

 

 

Áður hevur hann svomið við og avmynda bóghvítuhval, kúlubøku og august. Svimjitúrurin her var fyri einum góðum ári síðani.  - Eg haldi hesi djórini eru sera vøkur, og mær dámar væl at fáa góðar myndir av teimum, sigur Ingi Sørensen. 

 

 

Trýst á pílin fyri at síggja videobrotið. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her