"Sig okkurt skek" nakrar ferðir afturat

Atgongumerki eru nú tøk til vælumtókta leikin á Tvøroyri, í Havn, í Klaksvík, í Runavík og í Keypmannahavn 

Tíðindaskriv

 

Orsakað av stórum eftirspurningi verður stand-up framførslan ”Sig okkurt skek” sýnd nakrar ferðir afturat.  

 

Á heimasíðuni atgongumerki.fo fáast nú atgongumerki til hesar sýningar:

 

SALT á Drelnesi 13. apríl kl. 20:00

 

Reinsaríið í Havn 21. apríl kl. 18 og 20:30

 

Reinsaríið í Havn má 22. apríl 20:00

Dávavirkið í Klaksvík 27. apríl 19:00

 

Løkshøll 12. mai 20:00

 

Harumframt verður ein sýning á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn 5. mai 18:00. Atgongumerki til ta sýningina fáast á billetto.dk. Skrivið “Sig okkurt skek” í leitirútin á síðuni.