fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Tróndur Arge sigur frá Nations League dystinum millum Føroyar og Kosovo

Heri Simonsen 14.10.2018 (00:05)

Siga frá Neistin-Kyndil og Føroyar-Kosovo

Tað verður aftur ein stórur ítróttarsunnudagur á FM1 í dag.

 

Millum klokkan 11 og 13 verður sendingin SportBoxin frá fríggjadegnum endursend. 

 

Klokkan 13 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og Kyndil. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.

 

Klokkan 15 byrjar upptaktssendingin til Nations League dystin millum Føroyar og Kosovo. Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge skipa fyri. Vertur og tøkningur verður Óli G. Samuelsen.

 

Klokkan 17 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum Føroyar og Kosovo. Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari. Vertur og tøkningur verður Óli G. Samuelsen.

 

Tá landsdysturin er liðugur verður sendingin "Triði Hálvleikur", har fyrst og fremst verður talan um samrøður við landsliðsspælarar og venjaran. Tá samrøðurnar við landsliðsumboðini eru lidnar verður eisini høvið hjá lurtarunum sum hava sæð dystin at smsa inn til nummar 559999 ella at ringja inn til sendingina og seta orð á avrikið hjá føroyska landsliðnum. Óli G. Samuelsen og Heri Simonsen skipa fyri sendingini "Triði Hálvleikur". 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her